Vørn logo
 Heim
 FVE
 Tíðindi
 Hagtøl
 Søgulig hagtøl
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
 Talgild móttøka
 Veðrið
 Oyðubløð
 Fráboðan
 Eygleiðara
 Uppboðssøla 2018
 Uppboðssøla 2019

Sølurnar í 2019

Oyðubløð

Treytir fyri uppboðssølu í 2019

sambært kunngerð nr. 5 frá 17. januar 2019, sum broytt við kunngerð nr. 13 frá 27. februar 2019, um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019.


Almennar reglur galdandi fyri uppboðssølur í 2019

1. Rættindi at veiða kunnu bjóðast persóni ella felag, sum lýkur treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.

2. Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssøla verður hildin ella boð skulu latast inn. Vørn tekur avgerð um góðkenning.

3. Trygd fyri peninginum. Keypari skal stilla nøktandi trygd fyri, at keypspeningur og uppboðssølugjald verða goldin sbrt. gjaldstreytunum (hesar eru útgreinaðar niðanfyri). 


Opin uppboðssøla

1. Vørn hevur gjørt avtalu við Fiskamarknaður Føroya um at halda opna uppboðssølu.

2. Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á opnari uppboðssølu, verða biðin um at venda sær til Fiskamarknaða Føroya.

Afturlatin uppboðssøla

1. Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á uppboðssølu, skulu brúka oyðublað, sum er gjørt til endamálið. Oyðublaðið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo.

2. Boðið skal sendast ella latast til Vørn í afturlatnum brævbjálva innan ásettu freist. Brævbjálvin skal merkjast “Uppboðssøla av (heiti á fiskaslag) 2019”.

3. Adressan hjá Vørn er: Vørn, Yviri við Strond 3, Postrúm 1238, 110 Tórshavn.


Gjaldstreytir

Uppboðssølugjaldið á opnu uppboðssøluni skal gjaldast sambært treytum hjá Fiskamarknaða Føroyar.

Uppboðssølugjaldið á afturlatnu uppboðssøluni er 10.000 kr. fyri hvørja seriu. Gjaldið verður býtt á vinnandi boðini eftir nøgd og fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið.

Vørn sendir persóni ella felag, sum á uppboði hevur keypt rættindi at veiða í 2019, rokning fyri gjaldið fyri rættindini. Rokning verður send, tá uppboðssølan er hildin. Upphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2019. Gjaldast skal, hóast ikki verður avreitt.


Trygd

Trygd fyri uppboðssølugjald á opnu uppboðssøluni skal latast Fiskamarknaða Føroyar sambært teirra treytum.

Trygd fyri uppboðssølugjald á afturlatnu uppboðssøluni skal latast Vørn. 

Trygd fyri at gjaldið fyri rættindi at veiða keypt á bæði opnu og afturlatnu uppboðssøluni skal latast Vørn.

Trygd skal vera sett í seinasta lagi samstundis, sum boð verður latið og skal vera galdandi, til rindað er.

Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rindan, verða góðtikin. Sami keypari kann velja at samanseta trygdina sum vanliga bankatrygd ella kontant gjald.

1. Bankatrygdin skal stillast sum ótíðaravmarkað sjálvsskuldarborgan ella sum onnur bankatrygd, ið kann metast at verða eins nøktandi.

2. Verður goldið frammanundan, skal upphæddin vera á konto hjá Vørn á 

6460 – 182.705.9, tá uppboðssølan byrjar.

Tá sølan er liðug, verður gjørt upp og avroknað. 


Góðkenning frá Vørn

Feløg og persónar, ið ætla at bjóða uppá rættindi á uppboðssølu skulu vera góðkend av Vørn framman undan ætlaðum keypi og skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, innan uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn. 

Um feløg áður eru góðkend og ongar broytingar eru farnar fram, er ikki neyðugt at biðja um nýggja góðkenning.  

Skjalprógvast skal, at feløg ella persónar lúka treytirnar í § 5, stk. 1, og §§ 6, 7 og 9 í lógini um fyrisiting av sjófeingi. Um felagið ikki áður er góðkent av Vørn, skulu fylgjandi skjøl latast Vørn í seinasta lagi 3 vikur áðrenn uppboðssøluna:

1. Stovningarsamtykt

2. Viðtøkur fyri felagið

3. Starvsreglugerð fyri nevndina

4. Partaeigarayvirlit

5. Møguligan partaeigarasáttmála

6. Onnur skjøl, sum hava týdning fyri ognarviðurskifitni og avgerðarrættin í felagnum, herundir lániavtalur

7. Váttan um bústað í Føroyum hjá øllum eigarum

8. Váttan um fulla skattskyldu í Føroyum hjá øllum eigarum

13-03-2019
Send skjalið
 
 
TÍÐINDI
13-04-2019
Bráðfeingis veiðibann á Munkagrunninum.
Talan er um 2 øki á Munkagrunninum. Fyrra økið Við heimild í Løg...
11-04-2019
Tvey bráfeingis veiðibann frá 10 apríl 2019
Við heimild í Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017, § 69, ásetir ...
 
Tíðindaakriv
 
Leita